Tilmelding og limaskráseting
Limagjaldið skal gjaldast við tilmelding og í seinasta lagi 17. september 2021.
Tey, sum hava skrásett seg og goldið áðrenn hetta, fáa eina limablusu frá H71, so umráðandi er at upplýsa stødd, tá skrásett verður.
Limagjaldið er:
U4: kr. 400,-
U6: kr. 500,-
U8: kr. 600,-
U10: kr 1.100,-
U12: kr 1.300,-
U14, U16, U18 og eldri: kr 1.600,-
2. mannslið/kvinnulið: 700,-
Hvílandi limur kr. 600,-
Limagjaldið skal rindast á konto. nr. 9870 - 993.458.9 í Suðuroyar Sparikassa.
Minnist til at viðmerkja fulla navn og føðiár á leikaranum, sum goldið verður fyri.
GG!! Tey sum rinda limagjald eftir 17. September kunnu ikki verða vís í, at tey fáa eina tilmeldingarblusu.
Vinarlig heilsan
H 71