ÍtróttaFAGNAÐUR 2020 - FYRIMYNDIN
(Freistin at innstilla er farin)
ÍSF heiðrar eini ítróttaFYRIMYND, sum við sínum góða lið- og felagsanda gevur sítt íkast til, at børn, ung og vaksin kunnu íðka sín ítrótt og njóta samanhaldið í lokalu feløgunum. Ársins ÍtróttaFYRIMYND er ein venjari, liðleiðari, stevnusamskipari ella okkurt heilt annað, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelag. Viðkomandi hevur skarað framúr undanfarna árið, og hevur tí uppiborið heitið sum ársins ÍtróttaFYRIMYND.

Øll kunnu innstilla eina ítróttafyrimynd, sum viðkomandi metir hevur virkað fyri at fremja lið- og felagsandan á serstakan hátt í undanfarna árið. Heldur tú, at ein fyrimynd hevur uppiborið heiðurin fyri 2020, kanst tú fylla hendan formin út seinast sunnukvøldið 3. januar 2021 á midnátt - minnist til at grundgeva fyri innstillingini.

Leiðreglur fyri allar heiðurslønirnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2020 eru á heimasíðuni  hjá ÍSF: https://isf.fo/tilfar/itrottafagnadurin/itrottafagnadur-2020/
Sign in to Google to save your progress. Learn more
Submit
Clear form
This form was created inside of Ítróttasamband Føroya. Report Abuse