(Freistin at innstilla er farin)
Ársins ÍtróttaFELAGSSKAPUR er eitt samband ella felag undir ÍSF, sum hevur skarað framúr undanfarna árið, og tí hevur uppiborið heiðurin. Ársins felagsskapur er ein vælvirkandi felagsskapur, sum tekur ábyrgd og leggur lunnar undir einum góðum og mennandi umhvørvi fyri síni limafeløg og/ella fyri teirra íðkarar, venjarar, nevndarlimir, sjálvboðin v.m. Ársins FELAGSSKAPUR ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
Heldur tú, at ein felagsskapur hevur uppiborið heiðurin fyri 2020, kanst tú fylla hendan formin út seinast sunnukvøldið 3. januar 2021 á midnátt - minnist til at grundgeva fyri innstillingini.
Leiðreglur fyri allar heiðurslønirnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2020 eru á heimasíðuni hjá ÍSF:
https://isf.fo/tilfar/itrottafagnadurin/itrottafagnadur-2020/