Tilmelding til Effo Deildina - sesong 2
25. og 26. februar er undankapping fyri at sleppa við í Effo Deildina. Øll onnur lið, ið ikki megna at spæla seg víðari til Effo Deildina, verða sett í aðrar undir deildir at spæla. Meira kunning um tær deildirnar verður tá vit vita nærri, hvussu nógv lið verða.

Effo Deildin hýsir í ár 10 lið, og resterandi lið fara í Deild B. Øll lið skulu skráseta seg í skjalinum omanfyri, og øll lið skulu gjalda rættstundis, soleiðis at leikarir eru góðtiknir til at spæla við í kappingina og undankappingini.
Spælt verður sum útgangspunkt Týsdagar og Hósdagar, men har eru nakrir pluss dagar ið eisini verður spælt. Fyrsti dagurin er ein pluss dagur, Mánadagin tann 28 Februar.

SERVARI
EU West

SPÆLITÍÐIR
Spælt verður sum útgangspunkt Týsdagar og Hósdagar frá klokkan 19:30. Tó er fyrsta umfarð ein plussdagur, og byrjar Mánadagin tann 28. februar. Tilber at flyta dyst, men skal verða í samráð við eSport.fo og frásøgufólkini, soleiðis at skemaði gongur upp. Tað er tí neyðugt at søkja um at flyta ein dyst. Dystir skulu flytast 24 tímar áðrenn upprunaliga skuldi spælast.

REGLUGERÐ
Lesið meira um reglugerðina her: https://esport.fo/lol-reglugerd

3/5 reglugerð.
Lið frá fyrru sesong hava beinleiðis atgongd til sesongina, um 3 út av 5 í roster eru teir somu. Liðnavn kann broytast. Hetta er ikki galdandi fyri útskiftarar, og eiheldur 7 / 8 pláss í Effo deildini, tí tey verða skrásett til at fara niður í deild. Sama reglugerð er galdandi fyri Deild B, har nummar 1 og 2 skulu nýta minst 3 / 5 roster fyri at hava beinleiðis atgongd til næstu sesong(Tað vil siga, at tað ongantíð kunnu koma 2 lið burturúr, hvørki nummar 1 ella 2 í Deild B, ið fáa beinleiðis atgongd til næstu sesong).


KOSTNAÐUR
Luttøkan í kappingardeildunum kosta 300,- per persón, útskiftarar gjalda 200,- per persón. Maks. 2 útskiftarir.

LONGD Á KAPPINGINI
Kappingin byrjar við undankappingini, frá 25 februar, og við einari finaludag í kappingardeildini tann 30. apríl. Kappingin varar tí 62 dagar, 9 vikur.

Goldið verður til: eSport Føroyar | V-tal: 634026
Konto nummar: 6460 0005819476
*GG - Vit strangliga viðmæla, at tit flyta gjaldingina sum eitt lið. Tískil, um tilber, skulu tit flyta til hvønn annan og eftir tí senda inn til okkara og viðmerkja liðnavn. Annars viðmerki Fornavn og Eftirnavn.

FREIST
Seinasta freist at melda til kappingaárið er 24. februar 2022. Gjaldingarfreistin er 24. februar 2022 klokkan 17:00.

VINNINGAR OG STUÐLAR
Meira kunning um vinningar og stuðlar kemur út so líðandi.
Sign in to Google to save your progress. Learn more
Email *
Skráseting
Tit skulu skráseta okkum Liðnavn, Fornavn, Eftirnavn og Ingame navn, ið verður spælt við. Tann fyrsti leikarin ið verður skrásettur, verður mettur til at verða liðskipari á liðnum.


Liðnavn *
Stytting av liðnavn, maks 3 bókstavir *
1. Leikari Fornavn og Eftirnavn (liðskipari) *
1. Leikari Ingame navn (liðskipari) *
2. Leikari Fornavn og Eftirnavn *
2. Leikari Ingame navn *
3. Leikari Fornavn og Eftirnavn *
3. Leikari Ingame navn *
4. Leikari Fornavn og Eftirnavn *
4. Leikari Ingame navn *
5. Leikari Fornavn og Eftirnavn *
5. Leikari Ingame navn *
Útskiftarir
Her kunnu tit leggja avtrat hvørjir útskiftarir tit hava við á liðnum.
1. Útskiftari - Fornavn og Eftirnavn
1. Útskiftari - Ingame navn
2. Útskiftari - Fornavn og Eftirnavn
2. Útskiftari - Ingame navn
Viðmerking av liðnum. T.d. facebook síðu, instagram síðu, stutt um hvørji tit eru ella annað um júst tykkara lið.
Submit
Clear form
Never submit passwords through Google Forms.
This content is neither created nor endorsed by Google. Report Abuse - Terms of Service - Privacy Policy