SVL samfelagið
Eftir ætlan verður evnisvikan "SVL samfelagið" frá 26. til 30. oktobur.
Tí eru tað nógvar fyritøkur/handlar, sum søkja eftir starvsfólkum. Tú skalt søkja tær eitt starv, har tú vil arbeiða. Eisini mást tú hava eitt 2. ynski, eitt 3. ynski og eitt 4. ynski.
Umsóknarfreistin er mánamorgunin 21.septembur kl. 8.00.
Vit halda tilmælini við at skráseta, halda frástøðu og gott reinføri.
Sign in to Google to save your progress. Learn more
Plantu- og landbúnaðarstovan
Hevur tú hug at læra um plantur, seta stikklingar, lúka, læra um úrdráttir vit fáa frá dýrum, sum eta plantur í Føroyum og ikki minst at smakka føroyskar plantur og úrdráttir, so er hetta kanska akkurát nakað til tín.

Skriva nakrar linjur, hví júst tú skalt sleppa í plantu- og landbúnaðarstovuna 😊  
Ferðavinna í nærumhvørvinum
Vit fara at arbeiða við ferðavinnu og upplivingum í nærumhvørvinum so sum:

· Spøl og annað virksemi úti, t.d. renni- og gongutúrar, postarenning

· Baka og grilla á bálfati

· Heitar pottar

SVL news
SVL NEWS er eitt spennandi arbeiðspláss, ið tekst við alt innan fjølmiðlaheimin.

Vit arbeiða við filmi, myndum, útvarpi, tíðindum, bloggum, vloggum, lýsingum og sosialum miðlum. Vit hava sjónvarpsdeild, útvarpsdeild, tíðindadeild, blaðdeild og marknaðardeild.

Vit fara at gera nógvar ymsar upptøkur, bæði við filmi og ljóði. Vit byrja vikuna við at læra eitt sindur um upptøkur av filmi o.l. Síðani sleppa tit at royna tykkum.

Øll, ið arbeiða her, fara í bólkum at gera smærri filmar um starvsplássini Í SVL-samfelagnum, umframt onkrar myndatøkur og samrøður. Hereftir eru tað tit, sum í bólkum mynda arbeiðsplássið. Vit tosa saman og kunnu t.d. gera onkran stuttan film til SVL-biografin, onkra útvarpssending ella okkurt annað spennandi 😊

Tit fara fyri tað mesta at brúka tykkara egnu telefon til upptøkur, so gott um tit t.d. hava Imovie ella onkra aðra app til at redigera við á telefonini.
Vakurleikastova
Í vakurleikastovuni fara vit at gera ymiskt við hárið. Vit fara millum annað at flætta, koyra glimmur í og flætta tógv í ymiskum litum í hárið. Eisini fara vit at pynta negl við neglakki. So hevur hetta tín áhuga, gleða vit okkum at fáa teg at arbeiða hjá okkum í vakurleikastovuni 😄
Livandi bókasavn
Við t.d upplestrum, oregami, tekningum, talvkappingum og ymiskum spølum

Fun Park
Hevur tú hug at arbeiða á einum staði við lívi í?
Í Fun Park ber til at stuttleika sær á ymiskan virknan og festligan hátt.
Tú kanst hjálpa øðrum, at fáa ein festligan dag. Vit hava brúk fyri fólki, ið kunnu arbeiða í atgongumerkjasøluni, halda skil á bíðirøðum og standa vakt, soleiðis at alt fer fram, sum tað skal.

Djóralív
Hetta er ein verkstova, ið er ætlað teimum, ið eru áhugað í djórum.

Á hesu verkstovu, fara vit at læra um ymisk djór. Vit fara at læra um ymisk kelidjór, sum luttakarar eiga ella kunnu læna til verkstovuna. Vit fara eisini at læra um ymisk djór, sum vit vanliga ikki kalla kelidjór, men sum hava ella hava havt stóran týdning fyri fólk í Føroyum.
Listafólk
Vit eru listafólk, ið elska at síggja tað vakra í tí løgna. Á verkstaðnum fer við eldhuga, at vera roykur av tara og litum. Vit fara í dýpdina og kaga undir sjóvarmálan at vita hvat vit síggja. Síðan endurgeva vit tað vit síggja í myndum og standmyndum.
Bindikafe
Vit søkja eftir fólkum sum tíma at læra onnur at binda á bindikafe'ini.
Prýðisstova
Vit leita eftir dugnaligum listahandverkarum. Vit  gera ymiskar prýðislutir úr tær og glas
Pitsa 188
Pitsa 188 er nýggj matstova í Hoyvík, ið letur upp 28. sept. 2020. Á pitsa 188 fara vit at selja sunnar pitsasniglar og gularótastavar.

Vit søkja eftir 18 ágrýtnum næmingum. Tað kann verða ein fyrimunur um umsøkjarin er vanur at arbeiða í einum køki.

Umsóknarfreistin at søkja sær starv á matstovuni er mánamorgunin 21. sept. kl.8.00.
SVL poddvarpið
Komið og arbeiðið í SvL-poddvarpið. Ætlanin er at framleiða nakrar poddvarp-sendingar um dagin. Hetta verða sendingar um mál/evni/persónar, sum eru frammi í løtuni. Tað eru starvsfólkini í SvL-poddvarpinum, ið sjálvi finna fram hesi mál/evni/persónar.
Tónleika-orkestur
Vit søkja eftir tónleikarum, sum hava hug at gera eitt orkestur. Framførsla verður fyri øðrum hvønn dag.
Mín umsókn - eg søkji arbeiði (skriva tína umsókn her) *
Míni ynskir - vel minst 4 *
Required
Navn *
eg gangi í *
Required
Viðmerkingar
Submit
Clear form
Never submit passwords through Google Forms.
This content is neither created nor endorsed by Google. Report Abuse - Terms of Service - Privacy Policy